Tíðindir

Vælkomin til Páskastevnuna 2024 í Oasuni

Páskastevnan 2024 í Oasuni. Vit gleðast um at hátíðarhalda páskir aftur í ár. Páskirnar bera boð um sannan kærleika og ta fullkomnu vónina vit eiga í Jesusi. Sjálvt um vit verða mint á líðing og deyða, sum er ein týðandi partur í frelsuboðskapinum, so er tað lívgevandi, tá glaði boðskapurin hoyrist um uppreisn, lív, vón og ríka framtíð saman við… Les víðari

Eftirfylgjari

Í Efesusbrævinum kap. 5, vers 1, lesa vit: Verðið tí eftirfylgjarar Guðs eins og elskað børn.   Hvussu eru børn, sum eru elskað?  Jú, av tí at tey kenna seg elskað av sínum kæru, vilja tey hava tey sum fyrimynd. Vit hava nógvar góðar fyrimyndir í bíbliuni. Ísraelsfólk høvdu verið trælir í Egyptalandi og vórðu leidd út av Mósesi við… Les víðari

Vónrík framtíð

Tíðin rennur avstað. Enn einaferð er eitt ár farið afturum. Nógv hyggja aftur á árið og meta um hvussu vignaðist. Vit kunnu vera meiri ella minni nøgd og kanska iðra okkum um okkurt og fegnast um eitthvørt annað ið er farið. Men vit, sum seta okkara álit á Jesus, kenna tryggleikan í, at vit altíð kunnu koma til hansara og… Les víðari

Friðarhøvdingin er komin!

Vit lesa ein undurfullan og glaðan boðskap, sum varð profeteraður av Jesaja profeti: Tí at barn er okkum føtt, sonur okkum givin, og á herðum hans skal høvdingadømið hvíla; navn hans skal verða kallað undur, ráðgevi, veldigur Guð, ævinnar faðir, friðarhøvdingi. (Jesaja kap. 9, v. 6) Barn er okkum føtt.  Er tað nakað serligt?  Tað verða jú nógv børn fødd…. Les víðari

Andakt við Hans Karl Højgaard

Í Kristusi Jesusi ”Tí at hitt góða, sum eg vil, geri eg ikki; men hitt illa, sum eg ikki vil, tað geri eg.” Róm. 7,19. Flest øll okkara stríðast við eitthvørt í okkara kristna lívi. Ofta spegla vit okkum í øðrum kristnum, og halda tey vera betri enn vit. Hetta skapar ein ávísan mistrivna í okkum. Í Róm. 7. síggja… Les víðari

Oasudagar 3. – 5. mars

Vælkomin til Oasudagar. Nærri kunning sæst á OasuCommunity. Seinasta freist at melda til er týskvøldið 28. februar.  

Trúgv á Guð

Róm 10:8 -11 Men hvat sigur hon? «Orðið er tær nær, í munni tínum og í hjarta tínum.» Tað er tað trúarorðið, sum vit prædika. Tí at um tú játtar við munni tínum, at Jesus er harri, og trýr í hjarta tínum, at Guð vakti hann upp frá deyðum, tá skalt tú verða frelstur; tí at við hjartanum verður trúð til… Les víðari

Eivind Frøen vitjar

Eivind Frøen

Nú er nakað langt síðani at Eivind Frøen seinast vitjaði í Føroyum. Vit gleða okkum at hoyra hann aftur. Vit eru mong sum í gjøgnum næstan hálva øld hava notið gott av og minnast góðu og fangandi talurnar hjá Eivind. Tað eru mong mennniskju, sum kunnu siga, at tey komu til trúgv á Jesus gjøgnum hansara talur, og at undirvísingin… Les víðari

Familjutiltak

Vit hava í eina tíð havt ætlanir um eitt átak úti. Fyrst var ætlanin at fyriskipa hetta í juni mánaða, men tann ætlanin varð broytt, tí hildið varð betri at bíða til alt virksemið byrjaði aftur aftaná summarfrítíðina.  So nú verður tað: Sunnudagin 4. sept. frá kl 12 til kl 15 verður familjutiltak uttanfyri Oasuna. Vit fara at syngja saman,… Les víðari

Skráin til Páskastevnuna 2022