Oasu-legan - nýggj kunningNú nærkast til vit fara á legu.Legan verður í Leguhúsinum í Nesvík vikuskiftið 18. - 20. mai 2012.Madrassur og dýnur eru í húsinum.Tit mugu taka lak, dýnu- og koddavár við.
Felags bønardagur Dýra BiðidagDýra Biðidag kl. 10.30 til kl. 16.00 verður felags bønardagur í hølum Frelsunarhersins. Tey sum eru við í tiltakinum eru: Frelsunarherurin, Hvítusunnusamkoman Filadelfia, Saron í Vestmanna, Lívsins Orð og Fríkirkjan Oasan. Dagurin endar við eini máltíð. Ókeypis.
OM dagarTann 27 og 28 apríl vera OM dagar á skránni í Bygdarhúsinum í Leirvík. Á skránni er nógv spennandi sum t.d. ungdómsmøti, fyrilestrar og OM kvøld.
Páskastevnan 2012Páskastevnan verður í Oasuni 5. - 9. apríl 2012. Høvuðstalarar verða Rachel og Gordon Hickson. Skráin liggur undir "Páskastevnan" Les um Heartcry www.heartcryforchange.com Profeti... Les meira
Skráin til páskastevnuna 2012Nú er skráin til páskastevnuna gjørd, og kann síggjast, við at fara inn á valmyndina og trýsta á "Páskastevnan"
Bøn fyri PáskastevnuniMánadagin 26. mars til fríggjadagin 30. mars, kl 17:00 til 18:00, verður bøn fyri páskastevnuni. Øll vælkomin!
Møti við Paul ScanlonÍ samband við dags-skeiðið "Communication Masterclass" á Deplinum í Skálavík, verður møguligt at hoyra Paul Scanlon í Oasuni í Hoyvík mikudagin 28. mars kl 19:30. Paul kemur at tosa um møguleikar og avbjóðingar í samband við at byggja samkomu í 2012. Øll eru vælkomin.
Felagskirkjulig gudstænasta í Dómkirkjuni 10.aprílAftur í ár verður skipað fyri felagskirkjuligari gudstænastu eftir páskir. Hetta er sjeynda árið, at skipað verður fyri hesi gudstænastu. Tær kirkjur og samkomur, sum hava verið við í hesum tiltakinum, eru: Katólska kirkjan, Fólkakirkjan, Hvítusunnusamkoman Filadelfia, Hvítusunnusamkoman Evangeliihúsið,... Les meiraSpennandi trúarverjuskúliMikukvøldið 21. mars byrjar tann nýggi trúarverjuskúlin, sum OM skipar fyri. Skúlin er ætlaður øllum, ið eru áhugaði í at betra um førleika sín at greiða frá kristnu trúnni og svara teim spurningum, sum vit møta í gerandisdegnum.Á heimasíðuni hjá OM.fo ber tað til at lesa meir um tiltakið... Les meira
Spennandi trúarverjuskúliMikukvøldið 21. mars byrjar tann nýggi trúarverjuskúlin, sum OM skipar fyri. Skúlin er ætlaður øllum, ið eru áhugaði í at betra um førleika sín at greiða frá kristnu trúnni og svara teim spurningum, sum vit møta í gerandisdegnum.Á heimasíðuni hjá OM.fo ber tað til at lesa meir um tiltakið... Les meira