Páskastevnan 2017

13.-17. apríl

Hjartaliga vælkomin á Páskastevnuna 2017 í Kelduni í Skálafirði. Bøn og ynski okkara er, at tú skalt kenna teg væl ímillum okkum. Vit vóna, at vitjanin eggjar teg og gevur tær íblástur fram á leiðini.

Í ár verða tað serliga útlendskir talarar, sum koma at seta dám á stevnuna. Vit koma at fáa vitjan av Thomson K. Mathew úr Amerika, umframt Ceciliu Chan og Charleston Lim úr Singapor.

Endamálið við hesi stevnu er, at menniskju skulu uppliva Kristus til anda, sál og likam. Páskini minna okkum á Jesu fullgjørda verk á Golgata.

Hjartaliga vælkomin á páskastevnu í Kelduni!

Meir kunning á paskir.fo.

Talur

Myndir

Ongar myndir eru at vísa enn.