Tiltøk

After8

After8After8 er eitt tiltak ætlað øllum ungum frá 6. flokki og uppeftir, og er hvørt fríggjakvøld kl. 20.00 í Oasuni.

Á after8 byrja vit altíð við at eta, eftir tað er tað undirvísing, og síðani spæla vit spøl og hugna okkum restina av kvøldinum.

Øll frá 6. flokki og uppeftir, eru vælkomin á After8.

Kyknubólkar

KyknubólkarKyknubólkarnir í Oasuni eru smáir bólkar, ið møtast regluliga.
Endamálið við hesum bólkum er at koma saman at práta, soleiðis at stórur dentur verður lagdur á sosiala samveru, har vit koma hvør øðrum við, og somuleiðis at skapa eitt positivt og mennandi umhvørvi, og óformelt at samskifta um daglig viðurskifti eins og um andaligar spurningar sæð í ljósinum frá Guðs Orði.

Tað er ymiskt nær teir ymisku kynknubólkarnir møtast, men um tú vil verða við í einum av bólkunum, so kanst tú seta teg í samband við Anniku við Skipá, tef. 267476, teldupostur annikaskipa@gmail.com.

Øll eru hjartaliga vælkomin vælkomin.

Sunnudagsskúli

SunnudagsskúliSunnudagsskúlin í Oasuni er hvønn sunnudag kl. 12, tá ið steðgurin í guðstænastuni endar.
Í sunnudagsskúlanum eru spøl, søgur, undirvísing og annað fyri børn, øll børn eru hjartaliga vælkomin.

Ungdómsmøti

UngdómsmøtiUngdómsbólkurin í Oasuni samlast hvørt hóskvøld kl. 20.00 í Oasuni.

Vit samlast til lovsang, góða samverðu, bøn og eitt gott orð.

Øll sum føla seg ung, eru meir enn hjartaliga vælkomin.

Lat hettar vindeyða aftur

Facebook

Fríkirkjan Oasan á Facebook
Ungdómsbólkurin á Facebook
After8 á Facebook